Handverk ? hondarbeiði ?

Einglar - at heingja um hálsin ella í vindeyga

Fleiri einglar

Flatar perlur, sum kanska blíva til armbond saman við gomlum vælvaskaðum súkkluslangum ;)

Ætlanin var at gera mallur til alternativ føroysk klæðir - hesar blivu nakað stórar, men tær skulu nokk koma til nyttu ;)

Til hálsbond og armbond

Meira perlur til armband og hálsband

Ringur og oyralokkar

Oyraringar

Á tann deiliga havn við góðu gomlu Nólsoy í baksýni

Kaffikrússið eg skuldi nýta sum modell samb. lærarin

Pungar úr mjólkapakkum - leggi til merkis, at komandi eigarin verður mintur á, at drekka 3 gløs um dagin

Pungar í ymsum støddum úr súkkluslangum

Ordiliga festligir innan

Hetta skal helst blíva til eitt armband í nærmastu framtíð

Her er so ein nýggj roynd at gera "mallur" til føroysk klæðir - nakað stórar enn, men tað gongur kanska - livst so spyrst

Perlur til armbond

Guðrun ynski sær ein eingil við reyðum kjóla, hvítum høvdi og silvur veingjum, men silvur var uppi so veingirnir blivu hvítir, men hon er nøgd :)

Hetta er so fatið eg havi gjørt - rættuliga farvuríkt ;)

Tá eg nú aftur skuldi leggja myndir út á heimasíðuna, fór eg beinanvegin til hondarbeiði, men helt so ikki, at nakrar av teimum hóskaðu saman við teimum, sum lógu á tí síðuni, og havi eg tí upprættað eina síðu aftrat, sum eg nevni handverk. Tá eg hugsi "hondarbeiði", so hugsi eg um binding, hekling, seymin og líknandi. Í vetur havi eg verið til Glaslist hjá kvøldskúlanum og seinasta summar var eg á skeið í málingalist, og tá eg so vil vísa tykkum, nakað eg fekk burturúr teimum skeiðunum, helt eg ikki tað kundi koma undir hondarbeiði, men allíkavæl er tað gjørt við hondunum, saman við hugskotum "úr høvdinum" - navni/heiti spillir ongan, njóti myndirnar og vóni tær kunnu geva tykkum íblástur at fara í holtur við okkurt 

Hej!
Prøv at lave din egen hjemmeside ligesom mig! Det er nemt, og du kan prøve det gratis
ANNONCE