Fotoalbum

Mánaðarskifti juni-juli 2006 var eg til Bindiráðstevnu í Hella í Íslandi.
 
Danska felagið Gavstrik er uppruni til bindirástevnu, sum ferðast kring norðurlond og var í 2006 í Islandi.

Íslendingar leitaðu eftir onkrum, sum kundi undirvísa í binding  til sokallaðar "work-shops", og umvegis Gluggaglæmu fekk eg fyrispurning um hetta. Fyrst ynsktu tey, at undirvíst varð í at binda "traditionelt sjal og hjemmesko", men tey sóu skjótt, at ikki kom langt ávegis við einum bundnaturriklæði við uml. 350 eygum uppá fáar tímar, so tað endaði við, at undirvísast skuldi í at binda siðbundnar føroyskar skóleistar, men hetta var lættari sagt enn gjørt.

Í føroyum kunnu flestu tilkomnu kvinnur, og eisini ungu damurnar binda skóleistar, men uppskrift er ongin, so tað fyrsta bleiv at gera uppskrift eftir kønari vegleiðing frá eldri kvinnum, sum høvdu bundi skóleistar ein mansaldur - tó tað er eisini við skóleistunum sum við hondskriftini - ongin ger akkurát líka, men uppskrift bleiv gjørd á donskum og enskum.

Annars var túrurin eitt satt upplivilsi - vit vórðu 101 damur saman frá mánakvøldi til sunnumorgun, frá kl. 7.30 á morgni til uml. 23.00 á kvøldi, so tit kunnu ætla, eg var eitt sindur fløt, tá eg kom aftur til Føroyar. Eg var einsamøll úr Føroyum, so tað var eitt sindur einsligt, men damurnar sum komu úr ymiskum londum, so sum Japan, USA, Canada, Estlandi og annars øllum norðanlondunum, vórðu ógvugliga fyrikomandi.

Hej!
Prøv at lave din egen hjemmeside ligesom mig! Det er nemt, og du kan prøve det gratis
ANNONCE