Mat-uppskriftir

Brownie ostakøka við hindberum

Ostakøku-brownie við hindber róma J

 

Brownie:

200 gr. myrk sjokoláta

200 gr. ósaltað smør

250 gr. flormelis

3 egg

100 gr. hveitimjøl

 

Ostafyllan:

400 gr. rómaost

150 gr. flormelis

½ tsk. vaniljuekstrakt

2 egg

 

Omaná:

5 dl. róma

135 gr. flormelis

250 gr. hindber

 

Brownie : Smelta sjokolátuna yvir lágum hita. Smør og flormelis verður pískað væl saman, síðan eggini eitt og eitt ísenn,  síðan mjølið so við og við, til deiggji er javnt og til seinast verður smeltaða sjokolátan rør í.

Hetta verður latið í ein form uml. 26 x 39 cm og breitt væl og slætt út.

 

Ostafyllan : Rómaostur, sukur og vaniljuekstrakt verður rørt saman til tað er javnt og tjúkt. Síðan verða eggini latin í eitt og eitt, og blandingin verður pískað til hon er løtt og luftig, men ansa eftir ikki at píska ov nógv, tá blandingin kann skilja seg. Hetta verður smurt omaná brownie blandingina.

Verður bakað í ovninum í uml. 40 minuttir við 180 hitastigum. Køkan skal verða føst at nerta við og gylt í kantunum, men miðjan skal verða bleik.

 

Lat køkuna kølna – gjarna náttina yvir.

 

Hindberjafylla :  Rómin verður pískaður eina løtu, síðan verður flormelis latið í og pískað til tjúkt krem og  verða hindberini so  latin í til seinast, og verður hetta so smurt útyvir botnin.

 

Góð ráð  J

Eg koyri altíð sjokolátuna í ein frysti/kókiposa – kókið ketilin og stoyti nýkókaða vatnið í eina skál sum tolir hita, og leggi so posan við sjokolátuni í, niðurí vatnið at smelta. Tá sjokolátan skal úr, klippið eg bara annað hornið av botninum á posanum og trýsti sjokolátuna útyvir/í deiggji J

 

Til køkuna nýti eg fryst hindber, og gevi teimum eitt uppkók – latið greytin kølna og rørið eg hann so í rómablandingina.  Um heystið eru ofta frísk hindber til keyps – tá nýti eg tey til pynt, ella kanska frísk ribs-ber.

Eisini ber  til at smelta meiri sjokolátu í kóki/frysti posa, klippa eitt lítið hol á posa-hornið og so “kringla” sjokolátuna útyvir køkuna J

 

 

Kokostoppar við lakres :)

150 gr. kokosmjøl
2 egg
150 gr. sukur
2 spsk. lakress pulvur

Kokosmjøl, sukur og lakres-pulvur verður blandað saman, síðan verða eggini rørd í, og so skal blandingin standa í uml. 30 minuttir.

Verður síðan forma til umleið 20 toppar á plátu og bakað við 175 hitastig í uml. 15 minuttir. Deiggji er eitt sindur svansut at fáast við , men smakkurin  tá teir eru lidnir 

Eg haldi at blandingin er í so vát eftir 30 minuttir, so tá eg bakaði aðru ferð koyrdi eg meira kokos í, so til hesa mongdina hevði eg koyrt 175 gr. kokos.

Mítt lakress-pulvur er frá Konnerup & Co, keypt í DK, men eg vænti at lakress-pulvur fæst í 2 x 3 í Havn.

Kylling med champignon, forårsløg, kalkunbacon, hvidløg og hakkede tomater



400 gr. inderfilet af kylling

400 gr. champignoner halverede

1 pakke kalkunbacon i strimler

4 forårsløg i store stykker

1 fed knust hvidløg

2,5 dl madlavningsfløde 18 %

1 spsk. mel

1 dåse flåede grofhakkede tomater

salt og peber


Fileterne blev brunet på panden i oliet og lagt i et ildfast fad og krydret med salt og peber.


Derefter blev forårsløg og champignon sauteret på panden sammen med det knuste hvidløg og efter nogle minutter blev de hakkede tomater og kalkunbacon tilsat. Derefter blev melet blandet med halvdelen af fløden og blev massen på panden jævnet med det, hvorefter resten af fløden blev tilsat.


Denne blanding blev fordelt over kyllinge fileterne, og fadet blev sat i ovnen i 16 minutter ved 200 gr.


Tilbehør løse ris   velbekome

Torsk med fennikel, mandler, løg, æbler og spidskål

400 gr. torsk

4 æbler

1 halvt fennikel

1 løg

15 mandler ca.

1 halvt spidskål


Fennikel, æbler og løg skæres i små stykker og sauteres i olie på en pande. Spidskålen skæres i både og sauteres på panden og mandlerne hakkes groft.


Fisken krydres med salt og peber, drysses med mandlerne og bages 18 minutter i en 200 gr. varm ovn.


Anrettes som på billedet og serveres med en dressing af creme fraice 18 % rørt med lidt maionnaise og smagt til med frisk persille og purløg og lidt sitronsaft.


Velbekomme :)


Kylling med kartoffelmos smagt til med Pikant-ost

Kylling med hvidkål og æbler serveret med æblemos smagt til med pikant ost

25 gr. smør
400 gr. kyllingebryst
300 gr. fint hakket hvidkål
3 uskrællede æbler i grove stykker
2 spsk. friske timianblade
2 tsk. groft salt
0,5 dl grofthakket frisk bredbladet persille

Kartoffelmos

1 kg kartofler
150 gr. Pikant ost
1,5 tsk. groft salt
2 dl. af kogevandet gemmes

Vand og kartofler koges i ca. 20 minutter. Ca 2 dl. af kogevandet gemmes, resten hældes fra og kartoflerne damper tørre. Derefter moses de groft og ost og salt vendes i og tilsidst røres kogevandet i, til konsistensen er som man kan lide den.

Imens kartoflerne koger gyldnes smørret i en sautepande. Kødet brunes i ca. 3 minutter, så tilsættes hvidkål, æbler, timian og salt og retten steger videre ved kraftig varme og under omrøring i ca. 3 minutter eller mere.

Portobello-svampar við skinku og ost

1 bakki av Portobello-svampum (stór champignon)
líka nógvar skinkuskivur sum svampar
2 - 3 tomatir ella nakrar cherry-tomatir
rivnan cheddarost
sinnop


Um stelkur er á svampunum, so sker hann til svampurin stendur væl í einum smurdum eldføstum fati

Smyr 1 te-skeið av sinnop omaná svampin, legg so eina skivu av tomat omaná og dryssa síðan við cheddarost ovast

Í ovnin umleið 15 minuttir við 180 hitastig

Smakkar væl til t.d. forrætt  

Myndin kundi verið vakrari , og tað kvøldi átti eg bara cherry-tomatir og vanligan mildan ost, so hann bleiv lagdur omaná í skivum 

Lambasteik - langtiðarstokt


1 lambstjógv 1,4 kg 
8 gularøtur 
8 epli 
2 reyðleykir 
2 vanligir leykir 
2 fed hvítleyk 
peber, salt , Herbes de Provence og ein fløska Nordic cider 

Uppskriftin segði myrkt øl, men tað átti frúan ikki ;)

Eplir, gularøtur, leykur og hvítleykur bleiv alt flust og so í steikigrýtuna, kryddað bleiv við salt, pipar og Herbes de provence og til seinast stoytti eg eina fløsku av Nordik Cider omaná. So í ovnin 160 hitastig í einar 3 - 4 tímar.

Eg helt tað smakkaði óført , men døturnar hildi tað smakkaði ov søtt - tað var nokk Cider sum gjørdi tað.

Havi gjørt rættin aftur og kryddað við salt og Ørtagårds krydderurte frá Santa Maria, 8 sherry-tomatum og stoytti eitt sindur av vatni í botnin - tað smakkaði eisini óført 

Laksur við mango og fetaost

Sá nú ein dagin eina notu í einum vikublað um laks við mango, og eg prøvaði meg so fram og her er vegleiðandi uppskrift - var bara akkurát ov sein at senda inn til kappingina hjá Bakkafrost 

Vegleiðandi mongdir:

2 eskjur av laksi frá Bakkafrost ( 500 gr.) í eitt eldfast fat -

Omaná kvørnaði eg salt og pipar

Skar síðan mangofruktina í bátar og legði útyvir laksin so tað dekkaði hann - nýtti góða hálva frukt - restin bleiv forrættur meðan bíða varð eftir døgverðanum 

Kroysti so eina hálva sitrón útyvir fløkini við mango og til seinast smuldraði eg fetaost úr kryddaðum oljulaka útyvir - nakað meira enn eitt hálvt glas 

Í ovnin við 180 hitastig vanligum hita í 20 minuttir

Afturvið fullkorns nudlir

Vit vórðu tvær og nakað leyp av, so eg meti mongdina til uml. 3 fólk 


Kvark køka

So er tað tann vælsignaða Kvark kakan - hon smakkar væl, men eri eitt sindur troytt av tí somu gomlu, so eg havi gjørt hesa útgávuna:

1 lagkøkubotn ella

75 gr. margarin smelta og blanda við 200 gr. Digestive keks og 2 spsk. sukur

í botnin á einum springformi fóðraður við bakipappír.

Síðan fromasjan:

5,5 bløð husblas
2 dl. súrgað mjólk
250 gr. kvark
75 gr. sukur
2 tsk. vaniljusukur
2,5 dl. pískaðan róma

Eg seti súrgaðu mjólkina og kvark fram á borðið ella í matskápið einar 2-3 tímar áðrenn eg byrji, tí so er tað ikki ísakalt, tá tað skal blandast við smeltaða husblasi - tað er jú skrekkurin við husblas, at tað trevsar ella loypur saman í ein klump 

Kvark og súrgaða mjólkin verða rørd saman við vaniljusukur og sukur, húsblasi sum er bloytt verður smelta við vatninum sum hekk uppií og rómin pískaður stívur (tjúkt krem - ikki næstan sum smør ) eg taki síðan fyrst nakrar skeiðir av kvark/súrgaðmjólk blandingini og blandi tað í husblasi, so nakrar skeiðir aftrat til eg eri sikkur í, at alt ikki loypur saman (skuldi tað hent, so havi eg smelta tað aftur í mikroovinum spakuliga til alt var upployst, tað má endiliga ikki blíva ov heitt, og so rørt tað saman við restini av blandingini). Tá umleið helvtin av kvark/súrgað mjólk blandingini er rørd saman við húsblas, plag eg at stoyta restina í og so røra væl, til seinast vendi eg so kalda róman í so við og við.

So skuldi verið gott - men tit sleppa ikki so - haldi tað skal eisin pynt til, so eg dampi eini 2 - 3 súreplir av teimum gul/grønu (tey kóka ikki sundur til greyt) í súrepladjús, og tá tey eru avkøld, pynti eg køkuna við teimum. Hava tit mót uppá at arbeiða meira við husblas, so kunnu tit smelta

5 bløð av husblas í
3 dl. av súreplajuice og tá tað so byrjar at stívna spakuliga at breiða tað útyvir kakuna

PS Køkurnar á myndini hevur ikki fingið gelé enn, tí tær vórðu á veg í frystiboksina tá eg tók myndina - fromasja ber væl til at frysta, men ikki gele. Tá eg taki kakuna uppaftur úr boksini, taki eg bakipappíri av og seti hana á eitt køkufat og spenni springformin umaftur áðrenn kakan er tiðnað, og um eg havi stundir til tess  so koyri eg gelé á tá hon er tiðnað, men um tíð ikki er til tað tá, fer hon á borðið sum hon er 

Høsnarungasalat við mango, granatepli og avocado

500 gr. høsnarungabringa skorin í strimlar
1 granatepli
1 mango
2 - 3 avocado
1 bakka av blandaðum grønum salat

Balsamico de Frutti - Balsamico edikur sum hevur fruktsmakk

Mango Curry frá Santa Maria krýddaríum og salt

Høsnarungastykkini verða brúnkað á pannu og krydda við Mango curry og salt, og so avkøld.

Kjarnurnar verða tiknar úr granateplinum (líkist majskornum men eru reyð), mangoin og avocadoirnar skornar í bitar.

Grøna salati verður lagt um botnin á einum fati, síðan høsnarungastykkini, og síðan verður mango, avocado og granateplakjarnurnar stroyddar útyvir og til seinast verður dryppað við balsamico edikinum.

Afturvið breyð - um tit halda tað verður ov turt riggar væl at blanda Knorr dressing mix urter og so dryppa tað á breyðið - ella bara Kærgården


Føstulávintsbollar

500 gr. hveitimjøl
200 gr. margarin - smelta
75 gr. ger
50 gr. sukur
1 tsk. salt
2 egg
2 dl. mjólk

Verður elt saman sum vanligt bolladeiggj og sett at hevað til dupulta stødd, uml. hálvan tíma.

Fylla at balla inn í deiggji:

100 gr. rivið marcipan
100 gr. sukur
25 gr. margarin
1 spsk. mjøl

Eg seti hondmiksarin niðurí blandingina, og elti tað so saman við hond til seinast til ein klump.

Krem at koyra  omaná í miðjuna á bollunum:

1 pakki av PAF Konditor creme, gjørt av 2,5 dl. mjólk.

Tá deiggji er liðugt hevað verður tað býtt í tvey og hvør mongdin verður rullað út til uml. 30 x 30 cm og býtt í 16 fýrakantar, sum hvør fær ein remoncuklump í miðjuna og deiggji verður so ballað væl rundan um og bollin síðan settur á bakiplátu. Tá plátan er full av bollum verður miðjan á bollanum trýst niður og krem lagt í við einari te-skeið, soleiðis at fyrsta plátan hevar uml. 15 min meðan restin verður gjørd liðug. 

Bollarnir verða so bakaðir í uml. 15 minuttir við 200 hitastigum.

Til seinast verður glasurur gjørdur av flormelis, kakao og vatn, og verður hesin smurdur rundan um kremið.

Ovnar eru sum fyrr nevnt ymiskir, so bakitíð og hita mugu tit regulerað hareftir. Uppskriftin er upprunaliga ein gomul Gluten Flour uppskrift, sum eg havi tillagað eitt sindur. Uppruna remoncan hevur bara 25 gr. marcipan og 100 gr. margarin, men okkum dámar so væl marcipan, at eg havi bara býtt um við góðum úrslitið. Guðrun dámar so væl krem, at síðan hon byrjaði at hjálpa til við bollabakingini skipar hon so fyri, at tað fara 3 pakkar av krem til dupulta mongd av bollum.

Vælgagnist  

Steik av hvalatvøsti

1 stykki av tvøsti uml. 500 gr.

Kryddað við salt, blandaðum pipar, "Kød & Grill", paprika, karry og kanska øðrum tit dáma, allan vegin runt.

Undir og omaná tvøsti verður lagt væl av leyki - einir 3 - 4 í tali skornir í skivar

og fyri at halda uppá leykin, so verður tvøststeikin klødd/pakka inn við "bacon" - 2 pakkar á 150 gr. 

Steikin verður síðan sett í ovnin í steikigrýtu við loki  á, við vanligum hita at byrja við 200 hitastig í ein hálvan tíma, síðan steikir hon víðari við 170 hitastigum í hálvan annan tíma aftrat. Tá steikin soleiðis hevur stokt í 2 tímar er hon moyr og góð.

Afturvið plagi eg at hava vanlig kóka eplir og gera sovs av løgnum sum er rundanum steikina +

2,5 dl. av vanligum róma ella matróma, og javni útá við 

2 dl. av mjólk við 4 spsk. av hveitimjøl

Tað er sjálvandi eitt sindur ymiskt hvussu ovnar steikja,  men mín núverandi steikir ikki so væl sum tann eg hevði beint frammanundan, so við honum nýtti eg næstan ongantíð 200 hitastig til nakað, tí tá brendist alt, so tit mugu bara royna tykkum fram.

- og so sovsin - tjúgdin á henni verður sjálvandi ávirkað av, hvussu nógvur løgur er í steikigrýtuni, men aftur - tit prøva tykkum bara fram.


Franskbreyðsterta við rækjum og salat

Sós:

200 gr. maionnaise
4 dl. Fromage frais ella hvíta
1 bl. ananasmos + saft

300 gr. rækjur + karry

1/2 augurk 
2 tomatir 
2 reyðar piparfruktir
1/2 hálva purru

alt hetta verður skorið smátt

1 loaf breyð ella sandwishbreyð í flísum- fæst onki annað so vanligt formað franskbreyð.

Sker skorpuna av breyðflísunum - legg 6 skivar á eitt fat (í tveimum røðum), og vætað tey við ananas-saft.

Tak helvtina av sósini og kryddað hana við karry, og blandað síðan rækjur og avdryppaða ananasmosið í, og breið hetta útyvir fyrsta lagið av breyð.

Síðan verður eitt lag av breyð lagt út yvir rækjublandingina og somuleiðis vætað við ananas-saft. Í hina helvtina av sósini verður smátt skorna grønmeti blandað í og so breitt útyvir ovara breyð-lagið.

Pynta verður við t.d. piparfrukt, rækjum og purru.



Marcipan botnur við frukt og róma

Marcipankøka við róma og frukt - eisini nevnd nýggjárskøka.

Botnurin við toppum av sama deiggji fæst liðugur frá bakarínum Miðberg á Skálafjørðinum og hjá Jórun í Klaksvík. Um ein býr í Havn nýtist ikki at koyra langt eftir botninum - Føroya Keypssamtøka - bæði í Hoyvik og Miðbýnum - plagar at hava teir á hyllunum har nýbakaða breyðið er.

Omaná botnin og undir botnin av toppunum sum fylgja við, verður smurt 30 gr. av smeltaðari sjokolátu. Fyri at tað ikki skal blíva ov ringt at skera, blandi eg uml. eina barnaskeið av sólblómu- ella vindrúukjarnuolju í sjokolátuna tá hon er smeltað.

At koyra omaná botnin píski eg 2,5 dl. róma og koyri síðan ymiska frukt í -

Um veturin mest 1 bl. av perum og 1 bl. af ferskum, og royni so at pynta við vindrúum og kiwi, ella frískum berum um tað fæst.

Um summarið nýti eg jarðber, hindber, ananas, víndrúur og kiwi.

Fragilité - marengsbotnar við mandlum og smørkrem.

Fragilité - fronsk mandilmarengskøka - ymiskt kann havast ímillum, smørkrem, rómi og frukt, ella ísur - gjørd sum íslagkøka, í hesum førinum er kaffi-smørkrem ímillum.



Botnar:

4 eggjahvítar
200 gr. flormelis
100 gr. hakkaðar mandlur uttan skal

Hakkaðu mandlurnar verða ristaðar í einum 200 hitastig heitum ovni í uml. 5 - 8 minuttir - statt uppiyvir mandlunum, tí tær kunnu skjótt fáa ov nógv og blíva brendar.

Eggjahvítarnir verða pískaðir stívir við 100 gr. av flormelis. Restin av flormelisinum 100 gr. verður blandað við mandlunum og verður hetta vent í stívtpískaða eggjahvíta/flormelis deiggji. Deiggji verður síðan smurt út á bakiplátu sum einum hóvar - antin tveir rundingar ella tveir rektanglar og síðan bakað fyrst 2 minuttir við 200 hitastig og síðan 40 minuttir við 150 hitastigum - minst til at skrúva hitan niður aftaná teir 2 fyrstu minuttirnar - eg lati botnarnar standa í ovninum til hann er kaldur, so teir fáa eftirvarman eisini.

Krem:

200 gr. smør
200 gr. flormelis
4 eggjablommur
1 spsk. kakao
0,5 spsk. kaffipulvur (Nescafe el. líkn.)
2 spsk. av kókandi vatni

Alt tilfarið verður latið í eitt ílat og pískað væl saman.

Síðan verður helvtin av kreminum smurt millum botnarnar og tað sum eftir er smurt ella sproyta við køkusproytu omaná. Til seinast plagi eg at pynta omaná topparnarog rundanum teir við smeltaðari sjokolátu og hakkaðum mandlum.


Køkan á myndini er dupulta mongd av uppskriftini - tá er støddin ein bakipláta tilsamans.

Appelsinskuffukøka við kakao-karamell omaná

Køkudeiggj:

 

3 egg

150 gr. margarin

3 dl. sukur

2 appelsinir - bæði skal og saft

4 dl. mjøl

2 tsk. bakipulvur

Egg og sukur verður pískað væl og síðan verður appelsin saft og skal rørt í saman við smeltaða og avkølda margarininum. Sálda mjøl og bakipulvur og rør tað í deiggji. Verður bakað í lítlari skuffu uml. 25 x 35 cm við 180 hitastig í uml. 30 minuttir.

Karamellkrem:

100 gr. margarin

2 spsk. kakao

1/2 spsk. mjøl

3/4 dl. sukur

1 1/2 dl. róma

møguliga hakkaðar mandlir ella nøtir.

Smelta margarini í grýtu og rør síðan restina av tilfarinum í. Rør í grýtuni meðan hon kemur uppá kók og lat kremi kókað spakuliga í 7 - 10 minuttir til kremi er tjúkt.

 

Breið kremi útyvir køldu køkuna og pynta við hakkaðum mandum ella nøtum.

Bingo kúlu marengs

Tilfar:

4 eggjahvítar 

200 gr. farin

100 gr. Bingo kúlur . knústar

100 gr.  myrk sjokoláta - skorin smátt

 

Eggjahvítarnir verða pískaðir stívir, síðan verður farin pískað í og píska verður víðari í 2 minuttir. Síðan verða knústu Bingo kúlurnar og sjokolátan vendar í og verður marengsi skeiðað á plátu klædda við bakipappíri.

Hesi verða bakað við lufthita á 130 hitastigum í 30 minuttir, síðan á 110 hitastigum í 30 minuttir, og so verður bakarovnurin sløktur og marengsini verða standandi á plátunum í ovninum til hann er kaldur, tá skuldi tey verið passaliga bakað.


Eg brúki altíð svensk egg, tí eg haldi tá eydnast køkurnar best, og tað ger heldur onki um eggini eru farin útum dato.

 

Høsnarungi við Barbeque-sovs

Mongd til 4 fólk


4 høsnarungabringur
3/4 fløska av Barbeque-sovs
1 pakki av vanligum róma
1 pakki av frískum pasta
1 pakki av royktum flesk
700 gr. blanda grønmeti

Høsnarungabringurnar verða lagdar í eitt eldfast fat, Barbeque-sovsin verður tynt við rómanum og síðan stoytt útyvir og inn í ovnin við 180 hitastig í 30 minuttir.

Pasta verður kókað eftir pakkanum, fleski verður steikt broyski á pannu og grønmeti kókað í grýtu ella mikroovni.

Um ein vil gerða rættin eitt sindur heilsugóðan so kann rómin býtast um við kaffiróma sum hevur 10 % feittinnihald og roykta fleski býtast um við Back-bacon, ella royktar kalkunskivur. Eisini kann høsnarungakjøti býtast um við kalkunkjøt. Grønmeti eg nýti er ofta frystu pakkarnir, og eg haldi blandingar við broccoli hóska sera væl til. Um ein hevur eina rest av kókaðum høsnarunga, ber eisini væl til at nýta hesa sovsina útyvir og síðan hita rættin ígjøgnum í ovninum.

Brie-ostur við hunangi og valnøtum

Tilfar:
1 Brieostur
100 gr. av Buko frískosti
50 gr. av turkaðum abrikosum
90 gr. av akaciehunangi ella øðrum hunangi
100 gr. av  valnøtum
1 tsk av vaniljusukri

Soleiðis gert tú:

Sker abrikosurnar smátt og blanda tær við ostinum. Klúgv Brieostin og legg blandingina ímillum.
Hita hunangin til hann er flógvur, rør vaniljusukur  og valnøtirnar í.
Stoyt blandingina oman yvir Brieostin.


Eisini kann rivið skal av einari appelsin blandast í flógva hunangin.

Íslagkøka við sjokolátarosinum

Botnar:

4 eggjahvítar
125 gr. sukur
2 koppar rice crispies
1 tsk. bakipulvur

Pískast sum vanligt marengs og bakast 1,5 tíma á 125 hitastigum.

Ímillum:

2 pakkar av róma pískaðir stívir og 1 pakki av sjokolátarosinum blandaðar í.

Omaná ovasta botnin:

100 gr. sjokoláta og 50 gr. smør verður smelta.
4 eggjareyðar og 60 gr. flormelis verður píska saman og síðan verður sjokoláta/smør blandingin vend í, og hetta verður síðan breitt útyvir ovasta botnin.

Øll herligheitin verður síðan sett í frystiboksina.

Best er um køkan verður tikin úr boksini uml. hálvan tíma áðrenn hon skal etast.

Mær dámar best at nýta 50 gr. av myrkari og 50 gr. av ljósari sjokolátu í kreminum omaná.

Marengs-kaloriubumbur

3 eggjahvítar
250 gr. flormelis
1 tsk. vaniljusukur
200 gr. dadlur - smátt skornar
100 gr. mandlur - hakkaðar
100 gr. sjokolátu - hakkað smátt

Eggjahvítarnir verða pískaðir stívir, síðan verður flormelis og vaniljusukur stoytt í, og pískað verður víðari til hetta er stívt.

Til seinast verða dadlur, mandlur og sjokoláta vend í.

Deiggji verður sett á plátu við skeið í smáum toppum, sum verða bakaðir í uml. 20 min. við 150 hitastig.

Góðaráð - uppskrift úr Norðoyggjum

250 gr. margarin
250 gr. sukur
500 gr. mjøl
4 egg

Sukur og margarin verður pískað væl saman, síðan verða eggini latin í eitt og eitt, og til seinast verður mjølið vent í.

Um einum dámar, so kann 1 tsk. vaniljusukur ella 1 tsk. kardamummu blandast í deiggji til smakk.

Hej!
Prøv at lave din egen hjemmeside ligesom mig! Det er nemt, og du kan prøve det gratis
ANNONCE